Sølu- og útflýggjanartreytir

Tú verður biðin um at lesa sølu- og útflýggjanartreytirnar, áðrenn tú bíleggur keyp ella fært fylt á aftur gávukortið.


Gávukortið kann einans verða nýtt at gjalda við á øllum sølustøðum umborð á Norrönu og á høvuðsskrivstovuni yvir við Strond.
Minstaupphædd á gávukorti er 100 kr. og mestaupphædd er 10.000 kr.

 

Gávukortið fæst frá:
Smyril Line
Yviri við Strond 1
100 Tórshavn
T: +298 34 59 00
V-tal: 332828
T-postur: gavukort@smyrilline.fo

 

Bílegging og ordraváttan
Tá ið tú hevur sligið inn gávukortbílegging tína og avgreitt gjaldið, fært tú alt fyri eitt eina ordraváttan við telduposti.
Ansa eftir, at tú slært inn rættan teldupostbústað, so váttanin kemur fram í øllum góðum.

 

Tú ert bundin av avtaluni um at keypa gávukortið, tá ið tú klikkir á “Góðkenn keyp”, og tað stendur “Takk fyri bílegging tína” á skíggjanum.

 

Tú kanst altíð prenta út sølu- og útflýggjanartreytirnar, sum eru grundarlag fyri teirri avtaluni, tú júst hevur gjørt, tá ið tú keypti gávukortið.

 

Hevur tú sligið skeivt inn ella gjørt annað mistak, tá ið tú bílegði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Smyril Line, sum hjálpir tær.
Upplýsingarnar um samband standa niðanfyri.

 

Smyril Line
Yviri við Strond 1
100 Tórshavn
T: +298 34 59 00
V-tal: 332828
T-postur: gavukort@smyrilline.fo

 

Hygg at upplýsingum um angranarrætt niðanfyri.

 

Gjaldsháttur
Tú kanst gjalda við:
DK/VISA

 

Gjaldið verður avgreitt av NETS (ePaymentmodul (gjaldsmodul)). Nets avgreiðir øll kortgjøld og allar kortdátur og virkar eftir altjóða trygdarstandardi (tí sonevnda Payment Card Industry Data Security Standard, stytt PCI DSS. Upplýsingar sendar millum okkara og dátuviðgeran verða bronglaðar í SSL (Secure Socket Layer).

 

Upphæddin fer av kontu tíni, tá ið gávukortið verður sent.

 

Útflýggjanartreytir
Gávukortið verður vanliga útflýggjað eftir einum ella tveimum gerandisdøgum, um ikki annar útflýggjanardagur er umbiðin, tá ið kortið varð bílagt. Útflýggjan er týsdag til leygardag, tí sent verður mánadag til fríggjadag. Einki verður sent leygardag, sunnudag og halgidagar.

 

Øll gávukort verða send við posti (a prioritaire). Seinkingar kunnu vera við postinum, sum Smyri Line onga ávirkan hevur á.

 

Um so er, at gávukortið ikki verður útflýggjað, men hvørvur í postinum, skal verða boðað frá hesum á t-posti: gavukort@smyrilline.fo. Í slíkum føri verður nýtt gávukort sent, treytað av at horvna kortið ikki er virkt, av tí at tað tá verður roknað sum komið fram.

 

Avgreiðslukostnaður
Kostnaður fyri avgreiðslu og sendan er 15 kr. fyri gávukortið.

 

Angranarrættur
Tú kanst angra avtaluna um gávukortkeypið sambært § 17 í forbrugeraftaleloven.

 

Angranarfreistin er 14 dagar. Freistin byrjar tann dagin, tú hevur fingið gávukortið.
Sambært forbrugeraftaleloven hevur tú krav á eini røð á upplýsingum, m.a. um angranarrættin og um bíløgdu tænastuveiting. Angranarfreistin tekur ikki við, fyrr enn tú hevur fingið hesar upplýsingar skrivliga (t.d. á pappíri ella við telduposti).
Um tú t.d. fært gávukortið mánadag tann 1. og eisini hevur fingið nevndu upplýsingar, hevur tú freist til og við mánadagin tann 15. Hevur tú fingið upplýsingarnar seinni, t.d. mikudag tann 3., hevur tú freist til og við mikudag tann 17. Gongur freistin út halgidag, leygardag, grundlógardag, jólaaftan ella nýggjársaftan, kanst tú bíða til næstkomandi gerandisdag.

 

Hvussu angrar tú?

Áðrenn angranarfreistin gongur út, skalt tú senda gávukortið aftur. Tað er nóg mikið, at tú áðrenn freistin gongur út, hevur latið postverki ella aðrari fyritøku, sum hevur átikið sær útberingina til okkara, brævbjálvan við gávukortinum. Vilt tú tryggja tær prógv fyri, at tú hevur angrað rættstundis, kanst tú t.d. senda brævið innskrivað og goyma postkvittanina.

 

Fráboðan um, at tú hevur angrað avtaluna, og at tú hevur sent gávukortið aftur, skal gerast til:
Smyril Line
Yviri við Strond 1
100 Tórshavn
T: +298 34 59 00
V-tal: 332828
T-postur: gavukort@smyrilline.fo

 

Tú kanst eisini angra keypið við at nokta at taka ímóti brævbjálvanum við kortinum ella lata vera við at heinta brævbjálvan á posthúsinum v.m.
Tá ið vit hava fingið gávukortið aftur frá tær, seta vit áljóðandi virðið á gávukortinum umframt goldnu kostnaðir á kontu tína.
Tú eigur sendingarkostnaðin (porto/frakt), tá ið tú sendir kortið aftur.

 

Gávukortið er eitt handhavakort – mist kort verða ikki endurgoldin.
Hygg at korttreytum her.
Tá ið tú góðtekur sølu- og útflýggjanartreytir, góðtekur tú samstundis korttreytirnar.

 

Gildi
Gávukortið gongur út 5 ár eftir útflýggjanardagfesting ella 5 ár eftir seinastu áfylling.

 

Salda
Tú fært kannað saldu á www.gavukort.smyrilline.fo

 

Fyll á gávukortið
Við nevndu gjaldskortum fært tú til eina og hvørja tíð fylt á aftur gávukort títt við at seta meir pening inn á tað: DK/VISA

 

Áfylling á gávukortið fer fram á www.gavukort.smyrilline.fo. Nevnd upphædd verður vald, og minstaupphædd er 100 kr. og mestaupphædd (íroknað núverandi saldu) er 10.000 kr. Tú skalt krossa av, at tú hevur lisið og góðtikið sølu- og útflýggjanartreytirnar, og so fert tú víðari til gjald. Tá ið tú klikkir á knøttin “Góðkenn keyp” og peningsflutningurin er avgreiddur, verður keypið váttað við boðunum “Takk fyri bílegging tína” á skíggjanum, og síðan fært tú eina keypskvittan við telduposti.

 

Angranarrættur viðvíkjandi áfylling
Tú kanst angra gjørda avtalu um áfylling sambært §17 í forbrugeraftaleloven.

 

Angranarfreistin er 14 dagar. Freistin byrjar tann dagin, tú hevur gjørt avtaluna, t.d. skrivað undir sáttmálan ella bílagt.
Sambært forbrugsaftaleloven hevur tú krav á eini røð á upplýsingum, m.a. um angranarrættin og um bíløgdu tænastuveiting. Angranarfreistin tekur ikki við, fyrr enn tú hevur fingið hesar upplýsingar skrivliga (t.d. á pappíri ella við telduposti).
Um tú t.d. fært gávukortið mánadag tann 1. og eisini hevur fingið nevndu upplýsingar, hevur tú freist til og við mánadagin tann 15. Hevur tú fingið upplýsingarnar seinni, t.d. mikudag tann 3., hevur tú freist til og við mikudag tann 17. Gongur freistin út halgidag, leygardag, grundlógardag, jólaaftan ella nýggjársaftan, kanst tú bíða til næstkomandi gerandisdag.

 

Hvussu angrar tú?

Áðrenn angranarfreistin gongur út, skalt tú senda gávukortið aftur. Tað er nóg mikið, at tú áðrenn freistin gongur út, hevur latið postverki ella aðrari fyritøku, sum hevur átikið sær útberingina til okkara, brævbjálvan við gávukortinum. Vilt tú tryggja tær prógv fyri, at tú hevur angrað rættstundis, kanst tú t.d. senda brævið innskrivað og goyma postkvittanina.

 

Fráboðan um, at tú hevur angrað avtaluna, skal gerast til gavukort@smyrilline.fo

 

TÚ GÓÐTEKUR HERVIÐ, AT UPPHÆDDIN VERÐUR SETT Á GÁVUKORTIÐ BEINANVEGIN TÚ FÆR KVITTANINA FYRI ÁFYLLINGINA. TÚ GÓÐTEKUR EISINI, AT TÚ IKKI HEVUR ANGRANARRÆTT Í SAMBANDI VIÐ ÁFYLLINGINA, FRÁ TEIRRI LØTU UPPHÆDDIN ER SETT Á KORTIÐ, SAMB. FORBURGERAFTALELOVENS § 18, STK. 5.

 

Ætlar tú at klaga um gávukortið sjálvt
Viðvíkjandi klagum skalt tú seta teg í samband við:

 

Smyril Line
Yviri við Strond 1
100 Tórshavn
Tlf. +298 34 59 00
V-tal: 332828
T-postur:gavukort@smyrilline.fo

 

Ætlar tú at klaga um vøru/veiting, ið er keypt við gávukortinum,
skalt tú seta teg í samband við Smyril Line, har kortið er keypt.

 

Persónsdátupolitikkur
Dátutrygd tín er týdningarmikil fyri okkum. Vit fara við persónligu upplýsingum tínum í trúnaði og í samsvari við viðkomandi lógir um verju av dátuverju, og undir hesum persónsdátulógin.
Meira er at lesa um hetta í dátuviðgerðarpolitikki okkara.

 

Mál
Henda avtala verður gjørd á føroyskum.

 

Lógarval og varnarting
Ein og hvør ósemja um gávukortið, sum fevnir um Virkisnavn, er bundin at donskum rætti og býarrættinum í Keypmannahavn sum fyrsta rættarstig at viðgera slíkar ósemjur, uttan so at præcepitivar (tvingangdi) lógargreinar siga nakað annað. Hetta er eisini galdandi fyri sølu til útlond, Føroya og Grønlands.

 

Set teg í samband við okkum
Hevur tú spurningar, eru vit at hitta á gavukort@smyrilline.fo ella á telefon +298 34 59 00 mánadag til fríggjadag kl. 8.00-17.00.

 

Aftur til prísir / kunning

 

Persónsdátupolitikkur
Vit savna bara inn eyðmerkiligar (identificérbarar) persónsupplýsingar sum navn, bústað, telefonnummar ella t-post, tá ið tú av tær sjálvum letur okkum hesar upplýsingar.
Virkisnavnið nýtir hesar upplýsingar fyri at geva tær tær upplýsingar, sum tú hevur biðið um, ella fyri at avgreiða eina avtalu, tá ið tú hevur bílagt eina veiting hjá okkum.
Allar upplýsingar, sum verða savnaðar inn, verða viðgjørdar í trúnaði og verða ikki latnar londum uttan fyri ES/EBS.

 

Upplýsingarnar verða viðgjørdar av einum uttanhýsis dátuviðgera (Nets), og nýtti gjaldsritbúnaðurin (gjaldssoftware) virkar eftir trygdarkrøvunum hjá tjóðarligum og altjóðaligum kortsamskipanum, sum verða nevnd PCI-standardur (Payment Card Industry Data Security Standard). Upplýsingar sendar millum okkara og dátuviðgeran verða bronglaðar í SSL (Secure Socket Layer).

 

Upplýsingarnar verða ikki latnar øðrum feløgum uttan játtan frá tær frammanundan, men tær kunnu verða nýttar av okkum ella tí felagnum, sum virkar sum dátuviðgeri fyri okkum við tí í hyggju at viðgera upplýsingarnar, m.a. til at avgreiða gávukortkeyp, fylla á gávukort og loysa út innstøðuna á gávukortinum.
Harumframt kunnu vit í virkishøpi nýta upplýsingarnar við tí í hyggju at gera marknaðarkanningar og líknandi.

 

Tú kanst fáa nærri upplýsingar um tær persónsupplýsingar, sum vit hava skrásett um teg, við at venda tær til okkara.
Í tí sambandi kanst tú fáa rættað møguligar skeivar upplýsingar um teg ella biðja okkum at lata vera við at viðgera upplýsingar um teg.

 

Umbøn um innlit ella mótmæli fæst við at venda sær til: Smyril Line